Skip to main content Skip to footer

UVT Filter

Trompet/Kornett

Frálæra

Frálæran í trompet er fyrst og fremst skipað sum einstaklingafrálæra, har næmingurin fær frálæru frá lærara í 30 minuttir um vikuna. Frálæran tekur støði í eini námsætlan, sum hevur innbygd menningarstig.

Nótar

Næmingurin fær nótar útvegaðar frá læraranum / skúlanum.

Samanspæl 

Fyri trompetleikaran er samanspæl í orkestri eisini týdningarmikið. So skjótt sum til ber, verður næmingurin settur í samanspæl. Orkesturvenjing er 60 min. um vikuna.

Konsertir o.a. virksemi

Partur av frálæruni og menningini av næminginum er at framføra bæði sum einstaklingur og í orkestrum og samanspælsbólkum. Roknast kann við nakað av konsertvirksemi um árið, men tað veldst um næmingin og menningarstøðið.

Støðumet

Einaferð um árið skulu allir næmingar á skúlanum til eina lítla roynd, har næmingurin spælir fyri læraranum og einum øðrum lærara og fær síðani eitt støðumet. Støðumetið er vanliga um várið.

Heim og skúli

Støðugt samskifti millum heim og skúla leggur góðar lunnar undir góða menning hjá næminginum. Umframt gerandisliga samskiftið millum lærara og foreldur eru eisini viðtalur; ein felags viðtala fyri øll foreldur við ársbyrjan og ein einstaklinga foreldraviðtala í sambandi við støðumetið um várið.

Aldur

Til ber at byrja at spæla trompet um 7-9 ára aldur.

Lán av ljóðføri

Til ber at lána ljóðføri frá skúlanum (fyrivarni verður tikið fyri at ljóðføri er tøkt)

Prísir og reglur

Leinkja til kunning um kostnað og reglugerð (uppmøting, avboð, sjúka, farloyvi o.s.fr.)