UVT Filter
Trombon
Frálæra
Frálæran í trombon er fyrst og fremst skipað sum einstaklingafrálæra, har næmingurin fær frálæru frá lærara í 30 minuttir um vikuna. Frálæran tekur støði í eini námsætlan, sum hevur innbygd menningarstig.Nótar
Næmingurin fær nótar útvegaðar frá læraranum / skúlanum.Samanspæl
Fyri trombonleikaran er samanspæl í orkestri eisini týdningarmikið. So skjótt sum til ber, verður næmingurin settur í samanspæl. Orkesturvenjing er vanliga 60 min. um vikuna.Konsertir o.a. virksemi
Partur av frálæruni og menningini av næminginum er at framføra bæði sum einstaklingur og í orkestrum og samanspælsbólkum. Roknast kann við nakað av konsertvirksemi um árið, men tað veldst um næmingin og menningarstøðið.Støðumet
Einaferð um árið skulu allir næmingar á skúlanum til eina lítla roynd, har næmingurin spælir fyri læraranum og einum øðrum lærara og fær síðani eitt støðumet. Støðumetið er vanliga um várið.Heim og skúli
Støðugt samskifti millum heim og skúla leggur góðar lunnar undir góða menning hjá næminginum. Umframt gerandisliga samskiftið millum lærara og foreldur eru eisini viðtalur; ein felags viðtala fyri øll foreldur við ársbyrjan og ein einstaklinga foreldraviðtala í sambandi við støðumetið um várið.Aldur
Til ber at byrja at spæla trombon um 8-10 ára aldur.Lán av ljóðføri
Til ber at lána ljóðføri frá skúlanum (fyrivarni verður tikið fyri at ljóðføri er tøkt)Prísir og reglur
Lat tónarnar glíða
Við trekknum á trombonini kanst tú glíða millum tónarnar. Tú kanst eisini spæla klárt og neyvt, mjúkt og stillført ella við stórari kraft.
Tú kanst kanna ljóðið sjálvur og spæla saman við øðrum. Í samanspælinum lærir tú at lurta og finna pláss til bæði tína rødd og hinar.
Hygg eftir trekknum og hoyr, hvussu hann broytir tónarnar.
