UVT Filter
Slagverk / Trummir
Frálæra
Frálæran í slagverki og trummusetti er skipað sum einstaklingafrálæra, har næmingurin fær frálæru frá lærara í 30 minuttir um vikuna. Endamálið við frálæruni er at geva næmingunum førleika til sjálvstøðugt at framføra tónleik og geva teimum innlit í fjøltáttaðu møguleikarnar, sum slagverk og trummusett hava.
Í frálæruni arbeiða vit við grundleggjandi førleikum, samskipan av kropsførleikum, improvisatión og nótalestri. Næmingarnir læra eisini rútmur og spæl úr ymiskum tónleikastílum.
Fyri at fáa sum mest burturúr verður mælt til at venja javnan heima, helst dagliga.
Nótar
Næmingurin fær nótar útvegaðar frá læraranum ella skúlanum.
Konsertir og samanspæl
Partur av frálæruni og menningini hjá næminginum er at framføra solo ella í samanspælsbólkum. Roknast kann við nakað av konsertvirksemi um árið, men tað veldst um næmingin og menningarstøðið.
Støðumet
Einaferð um árið skulu allir næmingar á skúlanum til eina lítla roynd, har næmingurin spælir fyri læraranum og einum øðrum lærara og fær síðani eitt støðumet. Støðumetið er vanliga um várið.
Heim og skúli
Støðugt samskifti millum heim og skúla leggur góðar lunnar undir góða menning hjá næminginum. Umframt gerandisliga samskiftið millum lærara og foreldur eru eisini viðtalur: ein felags viðtala fyri øll foreldur við ársbyrjan og ein einstaklinga foreldraviðtala í sambandi við støðumetið um várið.
Aldur
Vanligur byrjunaraldur er um 10 ár, men til ber at byrja longu í 9 ára aldri.
Lán av ljóðføri
Til ber ikki at læna trummusett frá skúlanum. Tískil er neyðugt, at næmingurin eigur ella hevur atgongd til trummusett ella annað slagverk at venja á.