UVT Filter
Sello
Frálæra
Frálæran í sello er skipað sum einstaklingafrálæra, har næmingurin fær frálæru frá lærara í 30 minuttir um vikuna. Frálæran tekur støði í selloini sum solo-ljóðføri og er samskipað eftir eini námsætlan, sum hevur innbygd menningarstig.
Nótar
Næmingurin fær nótar útvegaðar frá læraranum / skúlanum.Samanspæl
So skjótt sum tað ber til, verður næmingurin settur í hóskandi samanspæl. Orkestursamanspæl er 60 min. um vikuna.
Konsertir o.a. virksemi
Partur av frálæruni og menningini av næminginum er at framføra solo ella í samanspælsbólkum. Roknast kann við nakað av konsertvirksemi um árið, men tað veldst um næmingin og menningarstøðið. Men tá vit arbeiða og studera sello, so arbeiða vit eisini við henni sum solo-ljóðføri.
Støðumet
Einaferð um árið skulu allir næmingar á skúlanum til eina lítla roynd, har næmingurin spælir fyri læraranum og einum øðrum lærara og fær síðani eitt støðumet. Støðumetið er vanliga um várið.
Heim og skúli
Støðugt samskifti millum heim og skúla leggur góðar lunnar undir góða menning hjá næminginum. Umframt gerandisliga samskiftið millum lærara og foreldur eru eisini viðtalur; ein felags viðtala fyri øll foreldur við ársbyrjan og ein einstaklinga foreldraviðtala í sambandi við støðumetið um várið.
Aldur
Til ber at byrja at spæla sello um 6-7 ára aldur.
Lán av ljóðføri
Til ber at lána sello frá skúlanum (fyrivarni verður tikið fyri, at ljóðføri er tøkt)
Prísir og reglur
Spæl við klanginum
Selloin kann ljóða djúpt og heitt, ljóst og livandi. Við boganum kanst tú lata eina melodi syngja; við fingrunum kanst tú knipsa eina rútmu fram.
Tú kanst spæla einsamallur og saman við øðrum – lurta, svara og finna eitt felags ljóð.
Legg merki til, hvussu bogin formar tónarnar.
