Skip to main content Skip to footer

UVT Filter

Saksofon

Frálæra

 
Frálæran í saksofon er skipað sum einstaklingafrálæra, har næmingurin fær frálæru frá lærara í 30 minuttir um vikuna. Frálæran tekur støði í saksofonini sum solo-ljóðføri og er samskipað eftir eini námsætlan, sum hevur innbygd menningarstig.

Nótar

Næmingurin fær útvegað nótar frá læraranum / skúlanum.

Samanspæl

So skjótt sum tað ber til, verður næmingurin settur í hóskandi samanspæl. Orkesturspæl er 60 minuttir um vikuna. 

Konsertir o.a. virksemi

Partur av frálæruni og menningini av næminginum er at framføra solo ella í samanspælsbólkum. Roknast kann við nakað av konsertvirksemi um árið, men tað veldst um næmingin og menningarstøðið. 

Støðumet

Einaferð um árið skulu allir næmingar á skúlanum til eina lítla roynd, har næmingurin spælir fyri læraranum og einum øðrum lærara og fær síðani eitt støðumet. Støðumetið er vanliga um várið. 

Heim og skúli

Støðugt samskifti millum heim og skúla leggur góðar lunnar undir góða menning hjá næminginum. Umframt gerandisliga samskiftið millum lærara og foreldur eru eisini viðtalur; ein felags viðtala fyri øll foreldur við ársbyrjan og ein einstaklinga foreldraviðtala í sambandi við støðumetið um várið. 

Aldur

Til ber at byrja at spæla á saksofon um 9-10 ára aldur. 

Lán av ljóðføri

Til ber at lána saksofon frá skúlanum (fyrivarni verður tikið fyri, at ljóðføri er tøkt) 

Prísir og reglur

Leinkja til kunning um kostnað og reglugerð (uppmøting, avboð, sjúka, farloyvi o.s.fr.)