Skip to main content Skip to footer

UVT Filter

Kontrabassur

Frálæra

 
Frálæran í kontrabass er skipað sum einstaklingafrálæra, har næmingurin fær frálæru frá lærara í 30 minuttir um vikuna. Frálæran tekur støði í kontrabassinum sum solo-ljóðføri og er samskipað eftir eini námsætlan, sum hevur innbygd menningarstig.

Nótar

Næmingurin fær nótar útvegaðar frá læraranum / skúlanum.

Samanspæl

Fyri bassleikaran er samanspæl sera týdningarmikið. So skjótt sum til ber, verður næmingurin settur í samanspæl. Hetta kann vera klassisk ella rytmisk samanspæl.

Konsertir o.a. virksemi

Partur av frálæruni og menningini av næminginum er at framføra solo ella í samanspælsbólkum. Roknast kann við nakað av konsertvirksemi um árið, men tað veldst um næmingin og menningarstøðið. Men tá vit arbeiða og studera kontrabass, so arbeiða vit eisini við kontrabassinum sum solo-ljóðføri. Vit gera samanspæl bara millum bassar, og finna tónleik, har bassurin ikki bara spælur undir hjá øðrum, men eisini sjálvur trýnur fram á pallin í solistiskum leikluti.

Støðumet

Einaferð um árið skulu allir næmingar á skúlanum til eina lítla roynd, har næmingurin spælir fyri læraranum og einum øðrum lærara og fær síðani eitt støðumet. Støðumetið er vanliga um várið. 

Heim og skúli

Støðugt samskifti millum heim og skúla leggur góðar lunnar undir góða menning hjá næminginum. Umframt gerandisliga samskiftið millum lærara og foreldur eru eisini viðtalur; ein felags viðtala fyri øll foreldur við ársbyrjan og ein einstaklinga foreldraviðtala í sambandi við støðumetið um várið. 

Aldur

Til ber at byrja at spæla kontrabass um 7 ára aldur.

Lán av ljóðføri

Til ber at lána kontrabass frá skúlanum (fyrivarni verður tikið fyri, at ljóðføri er tøkt) 

Prísir og reglur

Leinkja til kunning um kostnað og reglugerð (uppmøting, avboð, sjúka, farloyvi o.s.fr.)