Skip to main content Skip to footer

UVT Filter

Klaver

Frálæra

Frálæran í klaveri er einstaklingafrálæra, har næmingurin fær frálæru frá lærara í 30 minuttir um vikuna. Frálæran tekur støði í klaverinum sum solo-ljóðføri og er eftir eini námsætlan, sum hevur innbygd menningarstig og verður løgd til rættis eftir støði og menning hjá næminginum. Eftir vegleiðing frá læraranum keypur næmingurin nótar til frálæruna. Næmingurin fær vegleiðing í at venja og arbeiða sjálvstøðugt heima.

Konsertir o.a. virksemi

Partur av frálæruni og menningini av næminginum er at spæla næmingakonsertir - í byrjanini smá tónleikastykkir og lættar sangir, seinni størri verk.

Støðumet

Einaferð um árið skulu allir næmingar á skúlanum til eina lítla roynd, har næmingurin spælir fyri læraranum og einum øðrum lærara og fær síðani eitt støðumet. Støðumetið er vanliga um várið. 

Heim og skúli

Støðugt samskifti millum heim og skúla leggur góðar lunnar undir góða menning hjá næminginum. Umframt gerandisliga samskiftið millum lærara og foreldur eru eisini viðtalur; ein felags viðtala fyri øll foreldur við ársbyrjan og ein einstaklinga foreldraviðtala í sambandi við støðumetið um várið. 

Aldur

Til ber at byrja at spæla klaver frá um 8 ára aldur. 

Lán av ljóðføri / útgerð

Næmingurin skal sjálvur útvega sær ljóðføri at spæla á heima.

Prísir og reglur

Leinkja til kunning um kostnað og reglugerð (uppmøting, avboð, sjúka, farloyvi o.s.fr.)