UVT Filter
Klarinett
Frálæra
Frálæran í klarinett er fyrst og fremst skipað sum einstaklingafrálæra, har næmingurin fær frálæru frá lærara í 30 minuttir um vikuna. Frálæran tekur støði í eini námsætlan, sum hevur innbygd menningarstig.Nótar
Næmingurin fær nótar útvegaðar frá læraranum / skúlanum.Samanspæl
Fyri klarinett er samanspæl í orkestri eisini týdningarmikið. So skjótt sum til ber, verður næmingurin settur í samanspæl.Konsertir o.a. virksemi
Partur av frálæruni og menningini av næminginum er at framføra bæði sum einstaklingur og í orkestrum og samanspælsbólkum. Roknast kann við nakað av konsertvirksemi um árið, men tað veldst um næmingin og menningarstøðið.Støðumet
Einaferð um árið skulu allir næmingar á skúlanum til eina lítla roynd, har næmingurin spælir fyri læraranum og einum øðrum lærara og fær síðani eitt støðumet. Støðumetið er vanliga um várið.Heim og skúli
Støðugt samskifti millum heim og skúla leggur góðar lunnar undir góða menning hjá næminginum. Umframt gerandisliga samskiftið millum lærara og foreldur eru eisini viðtalur; ein felags viðtala fyri øll foreldur við ársbyrjan og ein einstaklinga foreldraviðtala í sambandi við støðumetið um várið.Aldur
Til ber at byrja at spæla klarinett um 10 ára aldur.Prísir og reglur
Kanna klangin í klarinettini
Klarinettin kann ljóða djúpt og heitt, ljóst og klárt. Tú formar tónarnar við luftini og einum lítlum blaði á munnstykkinum.
Royn at spæla eina stilla melodi ella eitt lag við ferð á. Saman við øðrum kanst tú lata klarinettina bæði bera melodina og svara hinum røddunum.
Lurta eftir, hvussu tónarnir glíða í byrjanini á Rhapsody in Blue.
