UVT Courses
Bariton/Euphonium
Frálæra
Frálæran í Baritone og Euphonium er fyrst og fremst skipað sum einstaklingafrálæra, har næmingurin fær frálæru frá lærara í 30 minuttir um vikuna. Frálæran tekur støði í eini námsætlan, sum hevur innbygd menningarstig.Nótar
Næmingurin fær nótar útvegaðar frá læraranum / skúlanum.Samanspæl
Fyri Baritone og Euphonium leikarar er orkesturspæl sera týdningarmikið. So skjótt sum til ber, verður næmingurin settur í samanspæl.Konsertir o.a. virksemi
Partur av frálæruni og menningini av næminginum er at framføra bæði sum einstaklingur og í orkestrum og samanspælsbólkum. Roknast kann við nakað av konsertvirksemi um árið, men tað veldst um næmingin og menningarstøðið.Støðumet
Einaferð um árið skulu allir næmingar á skúlanum til eina lítla roynd, har næmingurin spælir fyri læraranum og einum øðrum lærara og fær síðani eitt støðumet. Støðumetið er vanliga um várið.Heim og skúli
Støðugt samskifti millum heim og skúla leggur góðar lunnar undir góða menning hjá næminginum. Umframt gerandisliga samskiftið millum lærara og foreldur eru eisini viðtalur; ein felags viðtala fyri øll foreldur við ársbyrjan og ein einstaklinga foreldraviðtala í sambandi við støðumetið um várið.Aldur
Til ber at byrja at spæla Baritone ella Euphonium um 8-12 ára aldur.Prísir og reglur
Gev melodini fyllu
Bariton og euphonium hava ein heitan, fyldugan klang. Tú kanst lata tey syngja eina melodi ella spæla skjótar tónar við lættleika og lívi.
Í samanspæli kanst tú bæði bera lagið og binda røddirnar saman. Tú lærir at lurta, laga títt ljóð til hini og finna ein felags klang.
Lurta eftir, hvussu livandi og lætt euphonium kann spæla.
