Skip to main content Skip to footer

UVT Courses

Violinfrálæra í Nólsoy

Komandi skúlaár 2025-26 fer Tórshavnar Musikkskúli at bjóða tónleikafrálæru í Nólsoy, har næmingar í skúlanum og tey elstu børnini í barnagarðinum fáa tilboð um at spæla violin. Talan er um einstaklingafrálæru og samanspæl. Umframt eru konsertir partur av tilboðnum
Allir næmingar fáa ljóðføri og nótar frá musikkskúlanum. Kostnaðurin fyri eitt heilt skúlaár er kr. 2.250, gjaldið verður kravt inn í sept. 2025.
Tað verður Angelika Hansen sum er lærari, og undirvísingin verður mánadag fyrrapart.
Ert tú næmingur í Nólsoyar skúla, ella ert tú í elsta árgangi í barnagarðinum, og hevur hug at spæla violin, trýst á knøttin “melda til”