UVT Courses
Messing í Kollafirði
Messing í Kollafirði er eitt samstarv millum Tórshavnar Musikkskúla og Kollafjarðar Skúla, har næmingar í 3. flokki fáa møguleika at læra at spæla messingljóðføri – kornett, bariton og trombone.
Undirvíst verður í smáum bólkum, í skúlatíð, mánadagar fyrrapart. Frálæran leggur dent á spæligleði, grundleggjandi førleikar og samanspæl.
Allir næmingar fáa ljóðføri og nótar frá musikkskúlanum.
Tá næmingarnir eru klárir, sleppa teir at spæla saman í einum felags messingbólki.
Umframt eru framførslur og samanspæl ein týðandi partur av undirvísingini.
Ert tú næmingur í 3. flokki í Kollafjarðar skúla og hevur hug at vera við? Trýst á knøttin niðanfyri og melda til.
