Skip to main content Skip to footer

UVT Courses

Violin (suzuki)

Frálæra
Frálæran í Suzuki violin er skipað sum einstaklinga- og samanspælsfrálæra frá fyrsta degi. Eitt foreldur er við til bæði einatíma og samanspæl og virkar sum hjálpilærari heima. Suzukifrálæran byggir á violinfrálæru og námsfrøði eftir japanska Shinichi Suzuki. Til ber at lesa meira um suzuki frálæruna her: www.suzukiinstitut.dk  og www.europeansuzuki.org

Nótar
Frálæran er skipað uttan nótar, har næmingurin lærir við at brúka oyruni. Nótar læra næmingarnir seinni. Tá verða hesir útvegaðar frá læraranum / skúlanum.

Samanspæl 
Fyri violinnæmingin er samanspæl sera týdningarmikið. So skjótt sum til ber, luttekur næmingurin í suzuki samanspæli.

Konsertir o.a. virksemi
Partur av frálæruni og menningini av næminginum er at framføra í samanspælsbólkum, orkestrum og sum einstaklingur. Suzukiskeið er einaferð árliga, vanliga í januar/februar mánaða. Harumframt verður skipað fyri næmingakonsertum fleiri ferðir árliga. 

Støðumet
Einaferð um árið skulu allir næmingar á skúlanum til eina lítla roynd, har næmingurin spælir fyri læraranum og einum øðrum lærara og fær síðani eitt støðumet. Støðumetið er vanliga um várið.

Heim og Skúli
Støðugt samskifti millum heim og skúla leggur góðar lunnar undir góða menning hjá næminginum. Umframt gerandisliga samskiftið millum lærara og foreldur eru eisini viðtalur; ein felags viðtala fyri øll foreldur við ársbyrjan og ein einstaklinga foreldraviðtala í.s.v. støðumetið um várið.

Aldur
Byrjanaraldurin er 5 - 7 ár.  

Prísur og reglugerð
Leinkja til kunning um kostnað og reglugerð (uppmøting, avboð, sjúka, farloyvi etc.)