Skip to main content Skip to footer

UVT Courses

Kontrabass

Frálæra 
Frálæran í kontrabass er skipað sum einstaklingafrálæra, har næmingurin fær frálæru frá lærara í 30 minuttir um vikuna. Frálæran tekur støði í kontrabassinum sum solo-ljóðføri og er samskipað eftir eini námsæltan, sum hevur innbygd menningarstig.

Nótar
Næmingurin fær nótar útvegaðar frá læraranum / skúlanum.

Samanspæl 
Fyri bassleikaran er samanspæl sera týdningarmikið. So skjótt sum til ber, verður næmingurin settur í samanspæl. Hetta kann vera klassisk ella rytmisk samanspæl.

Konsertir o.a. virksemi
Partur av frálæruni og menningini av næminginum er at framføra solo ella í samanspælsbólkum. Roknast kann við nakað av konsertvirksemi um árið, men tað velst um næmingin og menningarstøðið. Men tá vit arbeiða og studera kontrabass, so arbeiða vit eisini við kontrabassinum sum solo-ljóðføri. Vit gera samanspæl bara millum bassar, og finna tónleik, har bassurin ikki bara spælur undir hjá øðrum, men eisini sjálvur trýnur fram á pallin í solistiskum leikluti.

Støðumet
Einaferð um árið skulu allir næmingar á skúlanum til eina lítla roynd, har næmingurin spælir fyri læraranum og einum øðrum lærara og fær síðani eitt støðumet. Støðumetið er vanliga um várið. 

Heim og Skúli
Støðugt samskifti millum heim og skúla leggur góðar lunnar undir góða menning hjá næminginum. Umframt gerandisliga samskiftið millum lærara og foreldur eru eisini viðtalur; ein felags viðtala fyri øll foreldur við ársbyrjan og ein einstaklinga foreldraviðtala í.s.v. støðumetið um várið. 

Aldur
Til ber at byrja at spæla kontrabass um 7 ára aldur.

Lán av ljóðføri
Til ber at lána kontrabass frá skúlanum (fyrivarni verður tikið fyri, at ljóðføri er tøkt) 

Prísur og reglugerð
Leinkja til kunning um kostnað og reglugerð (uppmøting, avboð, sjúka, farloyvi etc.)