Skip to main content Skip to footer

Kalender

05-03-2024 kl. 19:30

Xperiment - útgávukonsert

  • 0.36 Hátún (Tórshavnar Musikkskúli - frálæruhøli)
Týskvøldið 5. mars kl 19.30 verður útgávukonsert við XPERIMENT.

10 ár eru liðin síðani seinastu útgávuna hjá XPERIMENT. Kórið hevur tó verið virkið øll árini.
Á nýggju útgávuni eru føroysk løg sum føroyingar kenna væl, kvæði og fólkasangir.
Henda konsertin verður heilt sermerkt av tí at kórið nú fær nýggjan kórleiðara. Sigrið Sivertsen, sum hevur verið kórleiðari síðani kórið byrjaði, leggur nú frá sær. Hon fer á konsertini at stjørna fyrsta sanginum fyri síðani at handa dirigentstavin yvir til nýggja kórleiðaran Ásbjørn Berthelsen, sum hevur vant kórið seinasta hálva árið.

Kórið fer at syngja øll 10 løgini, sum eru á útgávuni.

Útgávukonsertin verður í Hátúni - konsertsalinum í nýggja Tórshavnar Musikkskúla á Landavegi 84 í Havn.

Atgongumerki kosta 80,-. Børn undir 12 ár sleppa ókeypis inn saman við vaksnum.
Keyp atgongumerki