13-08-2026 kl. 19:00
Konsert við Tórshavnar Manskóri og LianMeng AusChina Choir úr Melbourne
- 0.36 Hátún (Tórshavnar Musikkskúli - frálæruhøli)
Forvitnislig og altjóða konsert við Tórshavnar Manskóri & LianMeng AusChina Senior Choir úr Melbourne verður í Hátúni 13. august kl 19.00. Konsertin er ókeypis.
LianMeng kórið, ið er blandað kór, kemur til Føroya júst eftir at hava luttikið á altjóða kórstevnuni World Choir Games í Helsingborg. Í kappingini (opni flokkur) hevur kórið staðið seg væl og vunnið silvurheiðursløn.
LianMeng kórið verður stjórnað av Emily Xiao Wang.
Á konsertini framføra kórini eina fjølbroytta skrá - kórini syngja hvør sær, men eisini fara kórini syngja saman. Eisini verður solosangur og ljóðførisinnslag á konsertini. Sungið verður á kinesiskum, føroyskum og enskum.
Tórshavnar Manskór, eitt av virknastu kórum í Føroyum, hátíðarheldur 40 ár í ár, síðan Bjarni Restorff og Kári av Reynu stovnaðu kórið í 1986.
Jón Festirstein er kórleiðari hjá Tórshavnar Manskóri.