Skip to main content Skip to footer

Álmanakki

16-09-2026 kl. 20:00

Konsert við kórinum Tarira

  • 0.36 Hátún (Tórshavnar Musikkskúli - frálæruhøli)
Í samband við at kórið Tarira, undir leiðslu av Bernharði Wilkinson fer til Kalamata í Grikkalandi, til internationala kórkapping í oktober, fer kórið hava hava nakrar konsertir áðren fráferð. Sum partur av luttøkuni hevur kórið biðið tónaskaldið Trónd Bogason skriva eitt nýtt føroyskt kórverk til yrking eftir Vónbjørt Vang, sum í 2025 vann Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins. Hetta gevur okkum ein serstakan møguleika at umboða føroyska mentan og nýggja føroyska list á altjóða palli. Umframt frumframførðslu av hesum nýggja verkinum og restina av spennandi verkunum, sum kórið fer at framføra í Grikkalandi, verða eisini yndis kórperlur hjá kórinum á skránni. Vælkomin