03-05-2026 kl. 15:00
Aksel Remmel og Félix Nunes, klaver og sello
- 0.36 Hátún (Tórshavnar Musikkskúli - frálæruhøli)
Føroyski pianisturin Aksel Remmel og kanadiski selloleikarin Félix Nunes fara at spæla spennandi og vakran tónleik fyri sello og klaver.
Skráin er sett soleiðis saman, at hon er áhugaverd bæði fyri teimum, ið eru nýggj innan klassiskan tónleik og fyri teimum meira garvaðu.
Sello sonatan eftir Shostakovich er eitt ógvuliga rørandi og spennandi verk. Fantasiestücke, Op. 73 eftir Schumann er ein røð av trimum stuttum satsum, hvør við sínum eyðkendum karakteri. Vocalise eftir Rachmaninoff inniheldur eina tað mest ikonisku og vøkru melodiina í klassiska repertoirinum. Og at enda spæla teir tvey stykkir úr “Four Cities” eftir Fazil Say, sum berur íblástur úr fólka- og jazz tónleiki.
Prísur: 150 kr fyri vaksin - 100 kr fyri lesandi og børn/ung upp til 18 ára gomul.