01-03-2026 kl. 15:00
Vampýrella - barna & ungdómskonsert
- 0.36 Hátún (Tórshavnar Musikkskúli - frálæruhøli)
Kenda barnabókin “Vampýrella” hjá Edward Fuglø er støði undir hesari framførslu. Til framførsluna spælir Aldubáran nýskrivaðan tónleik eftir Páll Sólstein saman við søgu og myndum úr bókini. Endamálið er at geva børnum eina fjølbroytta, listarliga uppliving á høgum støði, har tónleikur, frásøgn og myndlist renna saman í eina heild.
“Vampýrella” er triðja verkætlanin hjá Aldubáruni í samstarvi við Edward Fuglø og tónaskaldið Páll Sólstein. Søgan lýsir gentuna Ellu, sum er í ferð við at broytast frá barni til tannáring. Við dreymakendum myndum og tónleiki verða børnini drigin inn í søguna og uppliva broytingarnar, sum henda í einum systkinaflokki og í egnum sinni.
Framførslan gevur teimum innlit í menniskjaliga menning - umframt eina livandi listarliga uppliving.