Skip to main content Skip to footer

Álmanakki

01-11-2025 kl. 18:00

DansiEksperimentið 2025

DansiEksperimentið er ein árlig verkætlan og dansiskeið, ið savnar føroyskar yrkis- og áhugadansarar. Saman við dugnaligum koreografum og í samspæli við aðrar listagreinar, skipa og skapa vit eina dygdargóða dansiframsýnining.

DANSIEKSPERIMENTIÐ 2025 
Kom og uppliv eina serliga listauppliving, har dansur og livandi tónleikur møtast á palli! Í ár samstarvar DansiEksperimentið við Tórshavnar Musikkskúla, og saman skapa tey eina tvørlistarliga framførslu, har dansur og tónleikur renna saman í eina felags heildaruppliving.

Sýningar: Leygardagin 1. november kl. 15:00 og kl. 18:00 – Hátún, Tórshavnar Musikkskúla
Prísur: kr. 175 + avgreiðslugjald
Aldursmark: Børn í skúlaaldri og uppeftir. Tó eru yngri børn eisini vælkomin, um mett verður at tey klára at sita still í 60 minuttir.
Stuðlar: Almanna- og Mentamálaráðið, Tórshavnar Kommuna, Mentanargrunnur Landsins, Dansk-Færøsk Kulturfond, Burn, Dansifrøi, Knas

Keyp atgongumerki