20-09-2025 kl. 15:00
- 0.36 Hátún (Tórshavnar Musikkskúli - frálæruhøli)
Í døgunum 20 og 21 september verður høvi at hoyra tveir einastandandi tónleikarar, nevnliga violinleikaran Antal Zalai saman við klaverleikaranum Adam Heron.
Hesir tónleikarir eru virtuosar í orðsins sanna týdningi og saman fara teir at framføra eina spennandi skrá, ið spennir sera víða - frá yndisligum klassiskum verkum til villan sigoynaratónleik.
Antal Zalai er ættaður av roma slekt og Adam Heron hevur røtur úr Nigeria og Fillipinunum. Skráin er sett soleiðis saman, at øll verkini hava okkurt samband við slektsbondini hjá teimum.
Konsertin er stuðlað av Konsertfelagnum, Tórshavnar Musikkskúla og Løkshøll.
Um tónleikararnar:
Antal Zalai er føddur í Budapest í eini romafamilju av tónleikarum – pápi hansara, abbi og langabbi vóru allir violinistar. Longu tolv ára gamal fekk hann altjóða viðurkenning og árið eftir spældi hann fyri Isaac Stern, ið spáddi honum eina bjarta framtíð.
Fimtan ára gamal vakti Zalai ans við framførsluni av fyrstu violinkonsertini hjá Bartók í stóru høllini á Franz Liszt Tónleikaháskúlanum, sum partur av hátíðarhaldinum fyri 80 ára føðingardegi hjá Yehudi Menuhin. Menuhin sjálvur rósti Zalai sum “ein av teimum mest áhugaverdu ungu violinleikarum”, hann hevði møtt.
Afturat konsertvirkseminum hevur Zalai fingið ein stóran altjóða fjepparaskara á YouTube, har framførslur hansara av m.a. øllum 24 caprisunum hjá Paganini – eru sæddar fleiri milliónir ferðir. Antal starvast dagliga sum violinprofessari á konservatoriunum í Brússel og spælir á eina Stradivarius violin frá 1733.
Adam Heron er av nigerianskum-filippinskum uppruna og búsitandi í Onglandi. Hann gjørdist kendur sum finalistur í BBC Young Musician kappingini í 2018 og vann í 2020 Harriet Cohen Bach Prize. Hann hevur vunnið altjóða kappingar í Trieste og Marokko, lisið á Royal Academy of Music hjá Christopher Elton og seinni skrivað masterritgerð í etnologi og etnomusikologi á University of Cambridge.
Umframt at spæla klaver er Adam eisini tónaskald og dirigentur. Hann hevur spælt við orkestrum sum Chineke! Orchestra og við tónleikarum sum Chi-chi Nwanoku CBE og Amy Dickson. Hann hevur framført á mongum stórum pallum, frá Wigmore Hall í London til National Centre for the Performing Arts í Mumbai. Í løtuni er hann PhD-lesandi á University of Glasgow.
