Skip to main content Skip to footer

Álmanakki

07-04-2024 kl. 15:00

FSO barnakonsert

  • Mentanarhúsið í Fuglafirði (Konsertstaður)
Sjónleikarin, skemtarin og frásøgumaðurin, Jákup Dahl Wardum, fer saman við Føroya Symfoniorkestri at siga søguna um Tubbinu.
Søgan snýr seg um eina tuba, sum spælir í orkestrinum. Tubbina er troytt av at spæla teir somu tveir tónarnar, og at hon ongantíð sleppur at spæla eitt ordiligt lag. Tubbina fer á eina ævintýraferð, tí hon vil so fegin royna at spæla eitt heilt lag. Súsanna Tórgarð hevur týtt søguna til føroyskt.
Ein almenn konsert verður í Mentanarhúsinum í Fuglafirði, og ein almenn konsert verður í Norðurlandahúsinum. Umframt almennu konsertirnar verða níggju konsertir fyri barnagørðum og skúlum.
Atli K. Petersen hevur útsett tveir nýggjar føroyskar sangir fyri symfoniorkestur, og á skránni vera eisini onnur løg, sum tey flestu ivaleyst hava hoyrt áður og kenna væl.
Føroya Symfoniorkestur gleðir seg til hugnaligar og stuttligar konsertir saman við teimum yngstu áhoyrarunum.
Dirigentur: Bernhardur Wilkinson
Keyp atgongumerki