Skip to main content Skip to footer

Álmanakki

02-12-2023 kl. 16:00

FSO Jóla- og familjukonsertin 2023

  • Norðurlandahúsið (Konsertstaður)
Jóla- og familjukonsertin 2023

Føroya Symfoniorkestur saman við barna- og ungdómskórinum Stella. Solistur: Mikkjal Davidsen

Árligu jóla- og familjukonsertirnar verða í Norðurlandahúsinum 2. og 3. desember. Tríggjar konsertir eru á skrá, ein leygardag og tvær sunnudag.
Konsertirnar eru eitt samstarv við musikkskúlarnar, og her fáa evnaríkir musikkskúlanæmingar høvi at royna seg í einum stórum orkestri á hægsta stigi.

Ungir tónleikarar
Eins og vanligt hevur verið seinastu árini, eru tað ung evnarík fólk, ið mynda hesar konsertirnar. Solistur hesaferð verður Mikkjal Davidsen. Mikkjal spælir sello, gongur á musikkskúlamiðnámi og er næmingur hjá Jensi Christiani Guttesen. Barna- og ungdómskórið, Stella, úr Tórshavnar Musikkskúla framførir nakrar jólasangir. Sangararnir eru í aldrinum 10-16 ár. Kórleiðarar eru Edith Dahl Jacobsen og Joanna Johansen.

Konsertskráin er á tremur við alskins musikalskum jólagóðgæti og Eva á Rógvu fer at leiða tykkum gjøgnum konsertina.

Vælkomin á jólakonsert!

Solistur: Mikkjal Davidsen (sello)
Dirigentur: Bernhardur Wilkinson
Frásøgufólk: Eva á Rógvu

Keyp atgongumerki