Skip to main content Skip to footer

Álmanakki

13-12-2023 kl. 18:00

Lusiakonsert í Norðurlandahúsinum

  • Norðurlandahúsið (Konsertstaður)
Halgimennið Lusia varð fødd á Sisilien í ár 283, og merkir latínska navn hennara “ljós”. Vanliga verður hugsað um Lusiu sum ein ljósberi í myrku vetrartíðini. Umframt í Italien er tað serliga í Norðanlondum, at Lusiadagurin verður hátíðarhildin við sangi og hugna.

Norðurlandahúsið og Tórshavnar musikkskúli hava í mong ár samstarvað um árligu Lusiukonsertina, og í ár verður skipað fyri hugnaligari kafé konsert í Forhøllini í Norðurlandahúsinum. Luttakandi kór eru XPERIEMENT og Stella. Kórleiðarar eru Ásbjørn Berthelsen, Edith Dahl Jakobsen og Katrin á Borg Johannesen.