Skip to main content Skip to footer

Álmanakki

09-12-2023 kl. 17:00

KONSERT VIÐ TÓNLEIKARUM Á MUSIKK-MIÐNÁMI, RÚTMISK DEILD

  • Perlan (Konsertstaður)
Tey eru 12 í tali, ið elska at nørda alt frá rokk til hip hop og improvisatiónstónleik.
Umframt sín treytaleysa kærleika til tónleikin, hava tey eisini tað til felags, at tey ganga á Musikk-miðnámi í Tórshavnar musikkskúla á ávikavist 1., 2. og 3. ári. Tey venja í tímavís hvønn dag og eru nú til reiðar at framføra tað besta av tí besta innan rútmiskan tónleik.
Ongantíð áður hevur føroyska tónleikalívið blómað so nógv, og tað er hesum ungu at takka.
Stutt sagt – hetta er framtíðin innan føroyskan tónleik og ein konsert, ið tú mást uppliva.

Konsertin er ókeypis
Keyp atgongumerki