Skip to main content Skip to footer

Álmanakki

04-12-2022

Jóla- og familjukonsertin hjá Føroya Symfoniorkestri

Tað er jólaaftan, klokkan ring, BING BANG BING
Árligu jóla- og familjukonsertirnar verða spældar vikuskiftið 3. og 4. desember í Norðurlandahúsinum. Tríggjar konsertir eru á skrá, ein leygardag og tvær sunnudag.

Ungir solistar
Yngva S. Lamhauge og Sanna Bæk Hoydal, ið blivu ávikavist nr. 1 og nr. 2 í Stella Polaris-kappingini í 2020, og unga sangtalentið Beinta Ingeborg Greve verða solistar til jólakonsertina. Vit eru spent upp á at hoyra teir ungu og dugnaligu tónleikararnar spenna seg út.
Eitt jólakór í aldrinum 8-15 ár, undir leiðslu av Edith Dahl Jacobsen og Joannu Johansen, luttaka eisini á konsertini. Hesi børnini syngja til dagligt í kórinum Stella, ið er barna- og ungdómskór úr Tórshavnar Musikkskúla.

Jóla- og familjukonsertin er eitt samstarv við musikkskúlarnar, og her sleppa musikkskúlanæmingar at royna seg í einum stórum orkestri við professionellum spælarum.
Konsertskráin er á tremur við kendum jólatónleiki, so nú er bert at gleða seg til jóla.

Vælkomin á jólakonsert!
Solistar: Sanna Bæk Hoydal (sangur) Yngva S. Lamhauge (altsaxofon), Beinta Ingeborg Greve (sang)
Dirigentur: Bernhardur Wilkinson
Frásøgufólk: Eva á Rógvu
Kostnaður 150 kr og 50 kr fyri børn (13 ár og yngri)
Keyp Atgongumerki