Vit eru errin av Akkordeon-orkestrinum

Fríggjadagin 4. desember kl. 16.30 verður útgávukonsert við Akkordeon-orkestrinum í Gjógvini í Tórshavnar Musikkskúla. Vit hátíðarhalda, at orkestrið hevur givið „Fransysk visit i Bromölla“ og „Kleine Weihnachtsmusik“ út hjá TUTL.
Í orkestrinum spæla Heiðrun í Dali, Maisól Elisa Ísheim Hentze, Markus Bjarnason og lærari teirra, Anna Hüdepohl. Bernhardur Wilkinson stjórnar.
Heiðrun, Maisól og Markus hava spælt saman, síðani tey vóru átta ára gomul. Útgávurnar eru sostatt eisini úrslit av nærum tíggju árum við venjing, samanspæli og felags tónleikagleði.
Vit eru errin av teimum og tí arbeiði, sum liggur aftan fyri útgávurnar. Tað er ein gleði at fylgja ungum tónleikarum, sum mennast saman og nú kunnu deila tónleikin við enn fleiri.
Øll eru vælkomin at hátíðarhalda útgávurnar saman við okkum.
Útgávukonsert · 4. desember 2026 kl. 16.30 · Gjógvin, Tórshavnar Musikkskúli