26. oktober 2026
Orkesturdagur savnaði næmingar úr trimum musikkskúlum

Blásara- og slagverksnæmingar úr Tórshavnar Musikkskúla, Musikkskúlanum í Vágum og Tónlistaskúlanum í Klaksvík hittust í dag til ein felags orkesturdag í Hátúni. Dagurin endaði við konsert fyri áhoyrarum.
Næmingar og lærarar hittust í morgun og brúktu dagin til at venja saman í einum størri orkestri. Lærarar úr teimum trimum musikkskúlunum stóðu fyri venjingini og spældu saman við næmingunum.
Tað var ein gleði at uppliva, hvussu dugnaligir og hugagóðir næmingarnir vóru. Við miðvísari venjing og góðum samstarvi fingu tey nógv burtur úr degnum – og úrslitið hoyrdist væl á konsertini.
Ein felags orkesturdagur gevur næmingunum høvi at møta øðrum, spæla saman tvørtur um musikkskúlarnar og fáa nýggjar tónleikaligar royndir. Tað styrkir bæði samanspælið og felagsskapin.
Takk til allar næmingarnar og lærararnar fyri ein góðan og tónleikaríkan dag.
Myndir frá konsertini í Hátúni
Trýst á myndirnar fyri at síggja tær størri.