
Heimasíðan hjá Tórshavnar Musikkskúla hevur fingið nýggja uppseting og greiðari yvirlit. Nú er lættari at finna frálærutilboð, praktiskar upplýsingar og íblástur til tónleikalívið.
Hvat hevur tú hug at spæla? Hvørji kór eru í musikkskúlanum? Og hvar finnur tú lestrarætlanina fyri títt ljóðføri?
Á tm.fo eru frálærutilboðini nú savnað í einum yvirliti við myndum og leiting. Tú kanst kanna tilboðini og fara beinleiðis til tað, sum hevur tín áhuga: ljóðføri, sang, kór, sangskriving, tónleikaframleiðslu og mangt annað.
Kunning til næmingar og foreldur
Vit hava eisini gjørt praktisku kunningina greiðari og lættari at lesa á bæði teldu og telefon. Her finnur tú millum annað næmingagjøld, frítíðarætlan og lestrarætlanir.
Á síðuni við góðum ráðum um venjing fært tú íblástur til at koma í gongd, venja skilagott og varðveita spæligleðina. Foreldur fáa eisini ráð um, hvussu tey kunnu stuðla barninum í venjingini, hóast tey ikki sjálv spæla eitt ljóðføri.
Søgan og lívið í musikkskúlanum
Á søgusíðuni kanst tú fylgja menningini frá Bakara Hansen og tónleikalívinum í gomlu Havnini til musikkskúlan á Landavegi. Søguligar myndir og ein tíðarlína seta fólk, støð og hendingar í samanhang.
Í álmanakkanum finnur tú komandi konsertir. Tú kanst eisini lesa um Hátún og møguleikarnar at leiga høllina.
Vit ynskja, at heimasíðan skal vera ein góð hjálp í gerandisdegnum og geva tær hug at kanna tónleikalívið í skúlanum.