Fýra nýggj verk fáa lív í Hátúni

Leygardagin 7. november kl. 15 framføra næmingar á Musikkskúlamiðnámi fýra nýggj verk í Hátúni.
Verkini eru skrivað til høvið við íblástri frá árstíðunum. Tónaskøldini eru núverandi og fyrrverandi næmingarnir Ásgerð Stenberg Olsen, Mikkjal Davidsen, Tóra Trondardóttir Bærentsen og Kristian Samuel Zachariassen.
Næmingarnir hava vant verkini í verkætlanarvikuni og bjóða nú áhoyrarunum at hoyra úrslitið av arbeiðinum við tónasmíð og samanspæli.
Musikkskúlamiðnám er ein trý ára tónleikaútbúgving fyri ung í aldrinum 14–25 ár við klassiskari deild, rútmiskari deild og framleiðsludeild. Har menna næmingarnir sínar tónleikaligu førleikar í einstaklingafrálæru og saman við øðrum.
Konsertin er í Hátúni í Tórshavnar Musikkskúla og varar 25–30 minuttir. Ókeypis atgongd, og øll eru vælkomin.