Skip to main content Skip to footer

Blástur á konsertferð í Havn

Frá Star Wars til Funky Town. Blástur spældi tríggjar skúlakonsertir mánadagin 9. november og fekk høvi at royna skránna framman fyri áskoðarum undan konsertferðini til Danmarkar í vár.

Fyrraparturin byrjaði í Hátúni, har Blástur spældi fyrstu konsertina fyri skúlabørnum. Síðani fór orkestrið við bussi í Eysturskúlan, og seinasta konsertin var í Skúlanum á Argjahamri.

Á skránni var millum annað tónleikur úr Star Wars, Thunderstruck, Sway og Funky Town.

Blástur er blásara- og slagverksorkestur hjá Tórshavnar Musikkskúla.

Á teimum trimum konsertunum fingu næmingarnir roynt skránna í ymiskum hølum og spælt fyri nýggjum áhoyrarum. Í vár tekur Blástur tónleikin við til Danmarkar, har orkestrið millum annað skal spæla í Tivoli.