Skip to main content Skip to footer

30. oktober 2026

Allegro á konsertferð á Sandoynni

Strúkaraorkestrið Allegro spælir á konsertferðini á Sandoynni.

Mikudagin 28. oktober fór strúkaraorkestrið Allegro hjá Tórshavnar Musikkskúla á konsertferð á Sandoynni. Næmingar og lærarar vitjaðu skúlarnar í Skopun og á Sandi og spældu fyri skúlabørnunum. Á Sandi vóru børn úr Skálavíkar skúla eisini komin at lurta.

Báðar konsertirnar eydnaðust sera væl. Næmingarnir høvdu vant eina fjølbroytta skrá, og henda dagin sluppu tey at spæla tónleikin fyri øðrum børnum og vísa, hvat tey hava arbeitt við.

Tað er nakað serligt at fara av stað saman við orkestrinum. Ljóðføri og nótar skulu við, nýggj høli skulu roynast, og øll skulu finna sítt pláss, áðrenn spælt verður. Tað hoyrir alt við til eina konsertferð og gevur næmingunum royndir og felags upplivingar at taka við sær heim.

Eftir konsertirnar fóru næmingar og lærarar til Skálavíkar at eta saman, áðrenn leiðin gekk aftur til Havnar.

Takk til allar næmingarnar og lærararnar fyri ein góðan dag og til skúlarnar á Sandoynni fyri at taka so væl ímóti okkum.

Myndir frá ferðini

Trýst á myndirnar fyri at síggja tær størri. Tú kanst zooma og blaða millum myndirnar.