Skip to the content

Miðnám - Elektroniskur tónleikur

Endamál
Sum næmingur innanfyri elektroniskan tónleik hevur tú møguleika at hugsavna teg um egnan tónleik.
Endamálið við frálæruni er at menna skapandi og samansetingarliga (kompositoriska) førleikan hjá næminginum sum sangskrivari. 

Frálæra
Høvuðsfrálæran tekur støði í tínum egnu tónleikaligu verkætlanum. Tú fært bæði vegleiðing og íblástur til at víðarimenna tíni hugskot, eins og tú fært uppgávur, sum menna tínar tøkniligu og tónleikaligu førleikar.

Næmingsins teknisku, tónleikaligu og samansetingarligu (kompositorisku) førleikar sum elektroniskur tónleikari/komponistur/framleiðari verða mentir við at arbeiða við:  

  • elektroniskari tónleikasøgu
  • ritbúnaði (software)
  • kompositiónum
  • teknikki - upptøkutøkni, miksing, ljóðviðgerð 
  • miðling
  • verkætlanum

Tilfar
Næmingurin fær tilfar frá læraranum / skúlanum og skal í ávísan mun fáa sær tilfar til ognar.

Prísur og reglugerð
Leinkja til kunning um kostnað og reglugerð (uppmøting, avboð, sjúka, farloyvi etc.)



 

Vel tín bólk / tíðspunkt og trýst á melda til:
Melda til