Samband
Skip to the content

Musikkspælistova - Dagstovnar

Góðu dagstovnar í Tórshavnar Kommunu. 
Tórshavnar Musikkskúli bjóðar aftur í ár dagstovnum í Tórshavnar Kommunu og starvsfólkum teirra at koma við elstu børnunum, vanliga tey í skúlabólkunum, til musikkspælistovu. 
Vit ynskja hervið at geva dagstovnum eitt dagtilboð, har til ber at koma í musikkskúlan í tímunum, tá ið barnið er á stovni. 

Frálæran
Musikkspælistovan er ein spennandi og gevandi leið hjá børnum inn í tónleikin, har dentur verður lagdur á rútmu, sang og spæl. Undirvísingin er skipað sum bólkaundirvísing á 45 min. um vikuna í 8 samanhangandi vikur.
Støddin á bólkunum kann vera upp í 15 børn í senn. Um bólkarnir eru størri, ber til at skilja teir sundur.  Tað er neyðugt, at starvsfólk fylgja børnunum til og frá musikkskúlanum, umframt at vera um børnini, meðan musikkspælistovan er.

Aldur
Byrjanaraldur er 5 - 6 ár ella elstu børnini, vanliga tey, ið fara í skúla árið eftir. 

Lán av ljóðføri / útgerð
Tórshavnar Musikkskúli hevur ljóðføri og útgerð, sum verður brúkt í frálæruni á staðnum.

Kostnaður
Kostnaður fyri musikkspælistovuna er ásettur at vera 600 kr fyri hvørt barni og í mesta lagi 6.000 kr fyri hvonn stovn.

Tal av stovum
Fýra musikkspælistovur eru hvørja viku. Sí niðanfyi

Vika 35 - 43, 2020 
Týsdag: kl. 11,15 - 12.00, 12.15 - 13.00 og 13.15 - 14.00 
Mikudag: kl. 13.00 - 13.45

Vika 44  51, 2020
Týsdag: kl. 11,15 - 12.00, 12.15 - 13.00 og 13.15 - 14.00 
Mikudag: kl. 13.00 - 13.45

Vika 05 - 12, 2021
Týsdag: kl. 11,15 - 12.00, 12.15 - 13.00 og 13.15 - 14.00 
Mikudag: kl. 13.00 - 13.45

Vika 14 - 21, 2021
Týsdag: kl. 11,15 - 12.00, 12.15 - 13.00 og 13.15 - 14.00 
Mikudag: kl. 13.00 - 13.45

Aðrir møguleikar
Umstøðurnar hjá dagstovnum at vera í nýggja musikkskúlanum á Landavegnum eru góðar. Hugsandi er, at børnini kunnu eta matpakka í Gjónni í skúlanum, meðan bíðað verður eftir, at musikkspælistovan verður ella hevur verið. 

Tilmelding 
Um hetta hevur tykkara áhuga, verða tit biðin um at seta tykkum í samband við Tórshavnar Musikkskúla fyri nærri kunning á 302470 ella við at senda ein teldupost til musikkskulin@torshavn.fo har tit greiða frá, hvørja av omanfyrinevndu stovum, ið tit ynskja at byrja á.

Melda til