Skip to the content
Um ljóðførið
Viola og Violin hava sama uppruna, og hoyra til strúkarafamiljuni.
Viola, eisini kalla Bratsj, sum vit kenna hana í dag, er ættað úr midaldar strúkaraljódførid eins og Violin og Sello.
Viola minnir nógv um violinina, men hevur tó lægri, og størri klang.
Støddin av Viola ljódførinum er umleid 4 – 6 cm longri enn violinin, og hon er eisini bædi djypri og breidari enn violinin.
Streingirnir á viola’ini, eru 5 tónar lægri enn á violinuni, og 8 tónar hægri enn á Sello. Streingirnir Viola brúkar er: A, D, G og C ( sum er tann lægsti). So tad merkir at ljódførid tekur sær oftast av midpartinum av ljódmyndini.
Sjálvt um menningin av viola ljódførinum hevur verid eitt sindur aftanfyri hini ljódførini í strúkara familjuni, so hevur hon nú ein týdandi leiklut í tí klassisku tónleika heiminum. Eitt nú hevur hon eitt fast pláss í symfoni orkestrinum, og mongum ødrum smærri samansetingum, t.d. finnur tú altíd eina viola í einari strúki kvartett.
Sjálvt um vit kunnu siga at viola’in fekk eina trupla byrjan, so er hon í dag vorðin eitt viðurkjent ljódføri í tí klassiska tónleika heiminum.

Viola/Bratsj

Frálæra 
Frálæran í viola er skipað sum einstaklingafrálæra, har næmingurin fær frálæru frá lærara í 30 minuttir um vikuna. Frálæran tekur støði í viola sum solo-ljóðføri og er samskipað eftir eini námsæltan, sum hevur innbygd menningarstig.

Nótar
Næmingurin fær nótar útvegaðar frá læraranum / skúlanum.

Samanspæl 
So skjótt sum tað ber til, verður næmingurin settur í hóskandi samanspæl. Orkesturvenjing er 60 min. um vikuna.

Konsertir o.a. virksemi
Partur av frálæruni og menningini av næminginum er at framføra solo ella í samanspælsbólkum. Roknast kann við nakað av konsertvirksemi um árið, men tað velst um næmingin og menningarstøðið. Men tá vit arbeiða og studera viola, so arbeiða vit eisini við henni sum solo-ljóðføri. 

Støðumet
Einaferð um árið skulu allir næmingar á skúlanum til eina lítla roynd, har næmingurin spælir fyri læraranum og einum øðrum lærara og fær síðani eitt støðumet. Støðumetið er vanliga um várið. 

Heim og Skúli
Støðugt samskifti millum heim og skúla leggur góðar lunnar undir góða menning hjá næminginum. Umframt gerandisliga samskiftið millum lærara og foreldur eru eisini viðtalur; ein felags viðtala fyri øll foreldur við ársbyrjan og ein einstaklinga foreldraviðtala í.s.v. støðumetið um várið. 

Aldur
Til ber at byrja at spæla viola um 7 ára aldur.

Lán av ljóðføri
Til ber at lána viola frá skúlanum (fyrivarni verður tikið fyri, at ljóðføri er tøkt) 

Prísur og reglugerð
Leinkja til kunning um kostnað og reglugerð (uppmøting, avboð, sjúka, farloyvi etc.)


Melda til