Skip to the content
Um floytuna
Floytan er gamalt ljóðføri, og var fyrr gjørd úr beini ella træi. 
At byrja við vóru nøkur fá hol á floytuni, sum gjørdu at til bar at spæla fleiri tónar. 
Floytur í dag eru oftast gjørdar úr metal og nógvir klappar og hol eru á floytuni, hettar ger at man kann spæla nógvar ymiskar tónar. Tað er Theobald Bohm sum í 1850 hevur ment floytuna til hana vit kenna í dag. 
Floytan er partur av træblásarfamiljuni sum eisini telur ljóðføri sum obo, fagott, klarinett og saksofon.
Floytur fáast eisini í plastgóðsku, og hesar verða ofta brúktar til yngstu næmingarnar, av tí at tær ikki viga nógv, og tí hóska væl til smærri børn.

Floyta

Frálæra
Frálæran í floytu er einstaklingafrálæra, kann tó vera í minni bólkum í byrjanini.
Dentur verður lagdur á, at læra um floytuna, t.d. at floytan er sett saman av trimum pørtum, og at man blæsir í floytuna á sama hátt sum man blæsir í eina fløsku. At ljóðið kemur fram, tá luftin rakar á hvassa kantin á munnplátuni og floytan fer at titra.
Undirvísingin er skipað sum vikulig undirvísing hjá faklærara í floytuspæli, hálvan tíma hvørja ferð.

Nótar
Spælt verður eftir nótum, og næmingar kunnu roknað við at keypa eina bók í hesum sambandi.
 
Samanspæl
Floytan verður brúkt í ymsum samanspæli. Tey fyrstu árini er samanspælið skipað saman við øðrum næmingum á blásiljóðførum, í blásiorkestri. Blásiorkestrini í Tórshavnar Musikkskúla venja mánadagar seinnapart. Orkesturspæl er partur av skúlagongdini ein tíma hvørja viku.
 
Konsertir o.a. virksemi
Konsertvirksemi er partur av at fáa frálæru í Tórshavnar Musikkskúla. Nógvar ymsar konsertir eru í einum skúlaári bæði einstaklingakonsertir og konsertir við bólkum/orkestri.
Næmingar fáa boð so hvørt konsertir eru.
 
Støðumet
Á hvørjum ári er støðumet, har næmingar spæla fyri lærara sínum og einum øðrum faklærara. Endamálið við støðumetinum er at vita, hvussu gongdin er, og at geva lærarum og næmingum høvið at tosa saman um undirvísingargongdina. Støðumetini eru vanliga um várið.
 
Heim og skúli
Við skúlaársbyrjan á hvørjum ári, verða næmingar og foreldur bjóðað til kunningarfund í musikskúlanum. Lærarar skipa hvør sær fyri felags foreldrafundi um heystið, hettar kann vera í smb við eina konsert.
Á vári, beint eftir støðumetini, verða foreldur boðin til foreldraviðtalu, við støði í gongdini, framtíðarætlanum osfr.
 
Aldur
Til ber at byrja at spæla floytu um 9 ára aldur. Í serligum føri t.d. í skúlaverkætlanum verður byrjað fyrr.
 
Lán av ljóðføri
Skúlin hevur nakrar floytur at lána út fyrstu tíðina. Eggjað verður til, at foreldur/næmingar sjálvi keypa floytu eftir at hava spælt í 1-2 ár.

Prísur og reglugerð
Leinkja til kunning um kostnað og reglugerð (uppmøting, avboð, sjúka, farloyvi etc.)


Melda til