Xperiment úr Tórshavnar Musikkskúla vann tvær virðislønir á kórstevnu
Kórið Xperiment, sum er kór í Tórshavnar Musikkskúla, gjørdi bart á ársins kórstevnu, sum var hildin í Vestmanna hetta vikuskiftið. Talan var um eina kapping, har bæði dómarar og áhoyrarar valdu sínar vinnarar.
Kórið vann bæði 2. virðisløn og Áhoyraravirðislønina í kappingini, har 17 kór úr øllum landinum luttóku. Áhoyrararnir valdu Xperiment sum besta kórið í kappingini, og dómararnir góvu teimum 2. pláss.
Xperiment er eitt livandi og nútímans kór, sum arbeiðir við rútmiskum tónleiki og kreativum framførslum. Kórið er fyri víðarikomnar sangarar, og tað er Ásbjørn Berthelsen, sum er lærari í Tórshavnar Musikkskúla, sum dirigerar og leiðir kórið.
Vit í Tórshavnar Musikkskúla ynskja kórinum hjartaliga til lukku!