Skip to main content Skip to footer

Várkonsert í Vesturkirkjuni við Tórshavnar Manskóri og barnakóri.

Sunnukvøldið 27. apríl var várkonsert í Vesturkirkjuni, har Tórshavnar Manskór eitt barnakór sungu saman.
Konsertin var sera væleydnað, og nógv fólk høvdu leitað sær í kirkjuna at lurta. Stemningurin var bæði hugnaligur og hátíðarligur.

Barnakórið var samansett av Dreingjakórinum undir Brúnni og Nova 3 og Stella úr Tórshavnar Musikkskúla.

Á skránni vóru fleiri løg, har barnakórið og Tórshavnar Manskór sungu saman:

  • Nú reennur sólin fríð í útseting eftir Kára Bæk.
  • Jesu bleibet meine Freude eftir Johann Sebastian Bach
  • Verleih uns Frieden eftir Felix Mendelssohn

Ári Hammer Joensen spældi eisini á orgul og framførdi verkið Choral Varié sur le thème du Veni Creator Op. 4 eftir Maurice Duruflé.

Niðanfyri eru nakrar myndir frá konsertini.