Skip to main content Skip to footer

Musikkskúlafestivalur 2025


Í komandi viku verður tónleikafestivalur í Tórshavnar Musikkskúla, tá árligi Musikkskúlafestivalurin fer av bakkastokki

Frá mánadegnum 19. mai til fríggjadagin 23. mai verða nógvar spennandi konsertir hvønn dag, har næmingar úr øllum deildum skúlans fara at framføra – einsæris, í bólkum og í orkestrum.

Umframt at framføra á festivalinum, rekur Føroya Landsorkestur eisini eina hugnaliga kafé, har til ber at keypa sær ein kaffimunn og okkurt søtt afturvið.

Øll eru hjartaliga vælkomin til hesa tónleikafullu viku, sum verður hildin úti á Landavegnum 84. Vit gleða okkum at síggja tykkum!

Skráin fyri vikuna sæst á myndini niðanfyri.