Blásiorkestur á konsertferð í skúlum í Tórshavnar Kommunu
Mánadagin 27. oktober fóru Blásiorkestur 2 og Blásiorkestur 3 hjá Tórshavnar Musikkskúla á konsertferð runt í Tórshavnar kommunu. Fyrra konsertin var í Hoyvíkar skúla, og seinna konsertin í Sankta Frans skúla.
Konsertirnar gingu sera væl, og bæði næmingar og lærarar í skúlunum vóru sera hugtikin av orkestrunum.
Blásiorkestrini vóru mannað av ungum, ágrýtnum tónleikarum, sum hava vant alt heystið. Á skránni var bæði kendur og lættur tónleikur, sum hóskar væl til ungar lurtarar.
Aftaná konsertferðina varð farið í Burger King. Ein hugnaligur og væleydnaður dagur við tónleiki og felagsskapi!
Tórshavnar Musikkskúli takkar bæði næmingum, lærarum og skúlum fyri gott samstarv og góðu móttøku á konsertferðini.
Niðanfyri eru nakrar myndir frá konsertunum.