Skip to main content Skip to footer

TINNAN

Tinnan verður fyrst og fremst brúkt til undirvísing og framførslu hjá næmingum í Tórshavnar Musikkskúla.
Tinnan er serliga vælegnað til tiltøk tengd at tónleiki, og tí hava hesi framíhjárætt í mun til bókingar.
Hóast Tinnan fyrst og fremst er ætlað til tónleikalig endamál, ber til at leiga Tinnuna til annað, sum t.d. fundir, fyrilestrar osfr.
Tann, ið leigar Tinnuna, má sjálv/ur skipa tiltakið, atgongumerkjasølu, fáa til vega ljóð- og ljósfólk o.a., um tørvur er á tí. 

Í mun til leigu av Tinnuni til tónleikalig endamál, verður leigugjald ásett í lutfallinum 1/20 av atgongumerkjaprísinum til ávísa tiltakið, tó í minsta lagi 1000 kr.

Í teimum førum, har Hátún verður leiga út til onnur enn tónleikalig endamál, verður leigukostnaður avtalaður í hvørjum einstøkum føri.

FAKTA

Sitipláss : 40 fólk

Gólvøkið: áleið 60 m2.

 

ÚTGERÐ

- Ljóðskipan

- Ljósskipan

- Biograf lørift 

- Videokanón

- Mikrofonir

- Backline útgerð

- Steinway flygel 

- Tráleyst net.

Yvirlit yvir, nær høllin er tøk. 

Blátt = í brúk