Skip to main content Skip to footer

Orkestur, samanspæl og bands

Samba

Um sambabólkin
Sambabólkurin er ætlaður næmingum sum frammanundan ganga til ljóðføri og næmingum, ið ikki ganga til ljóðføri. Í sambabólkinum verður dentur lagdur á rútmur og rútmuspæl við ymiskum slagverksljóðførum.

Frálæra 
Frálæran í sambabólki er skipað sum bólkafrálæra, har næmingarnir venja saman ein tíma um vikuna.

Nótar
Næmingurin fær tilfar o.a. frá læraranum / skúlanum.

Konsertir o.a. virksemi
Partur av frálæruni og menningini av næminginum er at framføra. Roknast kann tí við nakað av konsertvirksemi.

Aldur
Til ber at byrja at spæla í sambabólki um 10 til og við 14 ár.

Lán av ljóðføri
Næmingarnir brúka ljóðføri, ið eru í skúlanum.

Prísur og reglugerð
Sambabólkurin kostar 1.000 kr. fyri eitt heilt ár og 600 kr. fyri eitt hálvt ár.