Skip to main content Skip to footer

Kalender

11-11-2023 kl. 19:00

Leiksýning, Eftirskúlin Brúgvin og Skovbo Efterskole

  • 0.36 Hátún (Tórshavnar Musikkskúli - frálæruhøli)
Á eftirskúlanum Brúgvin í Skálavík, eru 15 næmingar í løtuni í holt við at menna og snikka saman eina leiksýning, ið ber heiti, ”Meining”

Hetta er heitið á eini leiksýning, sum í løtuni verður snikkað saman av 11 næmingum á Brúnni, eftirskúlanum í Skálavík og 4 næmingum frá Skovbo efterkole í Danmark. Á báðum skúlum hava tey arbeitt við evnininum Meining og hava tey skrivað ráðar tekstir. Úrslitið er ein leiksýning, sum verður víst eina ferð í Føroyum og eina ferð í Danmark.

Hvat gevur meining? Hvussu kann eg finna meining í dagliga meldrinum av krøvum, fartelefonum og sveimam á sosialu miðlunum?  

Sýningin verður gjørd frá grundini og verður sermerkt av autentiskum ungdóms málburði.
Set x í kalendaran í hesi myrku tíð og uppliv ung fólk, sum eru við uppá tað og hava nakað á hjarta.


Keyp atgongumerki