Skip to main content Skip to footer

Kalender

15-11-2023 kl. 20:00

Klaverkonsert við Jesper Réne

  • 0.36 Hátún (Tórshavnar Musikkskúli - frálæruhøli)
Mikudagin 15. november kl. 20.00 verður konsert í Hátúni við danska klaverleikaranum Jesper René.
 
Jesper er í Føroyum 15. – 25. november og fer at hava skúlakonsertir og almennar konsertir ymsastaðni í Føroyum. Skráirnar til konsertirnar vera lagder til rættis eftir ljóðføri og staði hann spælir og eru tí rættuliga ymiskar. 
 
Til konsertina í Hátúni fer Jesper at spæla verk, sum eru væl egnaði til stóra Steinway flyglið.
Talan er um eina víðfevnda skrá við klassiskum klaververkum. Balladir av Brahms, Nocturnir av Chopin, Estampes av Debussy og Mánalýsissonatuna hjá Beethoven. 
 
Jesper René er føddur í 1974 og hevði fyrstu framførsluna aftan á lokna útbúgving saman við Odense symfoniorkestri í 1989. Hann hevur seinastu 10 árini havt eitt ótal av konsertum. 
 
Í Føroyum fer hann at hava sjey almennar konsertir og átta skúlakonsertir. Í kirkjunum fer hann at spæla sermerkta klaver- ella tangentverkið Goldbergvariatiónirnar av J.S.Bach og á Listasavninum á Sandi fer hann at spæla “Sýningarmyndir” (á donskum kendt sum “Udstillingsbilleder”) av Mussorgsky og “Árstíðirnar” av Tjaikowski. Til skúlakonsertirnar spælir hann tónleik, sum serliga handlar um barnalív og barnaspæl.
 
Vælkomin til hesa áhugaverdu konsertina í Hátúni og til onkra aðra av teim sjey konsertunum Jesper fer at hava komandi vikurnar.
 
Almennu konsertirnar hjá Jesper verða hesar:
Mikudagin 15. kl. 20,  Hátún
Hósdagin 16. nov. kl. 20, Mentunarhúsið í Fuglafirði
Leygardagin 18. nov. kl. 11.30, Matiné í Havnar kirkju
Mánadagin 20. nov. kl. 19.30, Hvalbiar kirkju
Týsdagin 21. nov. kl. 14, Tilhaldið í Havn
Mikudagin 22. nov. kl. 19.30, Listasavnið á Sandi
Fríggjadagin 24. nov. kl. 19.30, Miðvágs kirkju