Skip to main content Skip to footer

Kalender

13-09-2023 kl. 19:30

Jubileumskonsert við Sønderjyllands Symfoniorkestri.

  • Norðurlandahúsið (Konsertstaður)
Solistur Josef Spacek - violin

Tað er ikki á fyrsta sinni, at Sønderjyllands Symfoniorkestur vitjar Norðurlandahúsið; fyrsta vitjan teirra var fyri 40 árum síðani, tann 9. mai 1983 - dagin eftir, at Norðurlandahúsið læt dyrnar upp á fyrsta sinni.

Orkestrið hevur somuleiðis hátíðardag í ár, nú tað hevur 60 ár á baki. Gjøgnum hesi árini hevur orkestrið gjørt symfoniskan tónleik til ein natúrligan part av gerandisdegnum hjá mongum suðurjútum. Framvegis er visiónin, at symfoniskur tónleikur skal vera til øll treytaleyst av fíggjarligari og landafrøðiligari støðu.
Dirigentur: Johannes Wildner

Skrá:
Lacey: Ouverture skrivað til Sønderjyllands Symfoniorkester í sambandi við 60 ár sum landspartaorkestur (Sønderborg og Haderslev)
Beethoven: Leonore Ouverture nr. 3, Op. 72
Nielsen: Violinkonsert, Op. 33 Solistur Josef Spacek 
Dvorák: Symfoni nr. 9, Op. 95, e-mol