Skip to main content Skip to footer

Kalender

26-01-2023 kl. 17:30

Insomnia Brass Band - masterclass

  • 0.36 Hátún (Tórshavnar Musikkskúli - frálæruhøli)
Insomnia Brass Band eru tríggir tónleikarar, sum spæla trombon, bariton saksofon og trummur. 

Tónleikurin hjá Insomnia Brass Band melur um evnini GROOVE, IMPROVISATION og KOMMUNIKATION. Til verkstovuna tvinna vit saman eitt ella fleiri av hesum evnum í einklar veningar, soleiðis at næmingarnir kunnu spæla saman og gera sær nýggjar royndir - líka mikið um teir hava spælt leingi ella stutt.