Skip to main content Skip to footer

Kalender

07-05-2022 kl. 13:00

Kalas - Ein dagur á grynnuni

  • Reinsaríið (Konsertstaður)
Ein dagur á grynnuni hevur veruliga funnið sítt pláss á árligu skránni yvir tiltøk í Føroyum.
Aftur í ár eru øll vælkomin oman í Tórsgøtu í Havn at royna mat úr sjónum, lurta eftir tónleiki og njóta løtuna.
Leygardagin, 7. mai kl. 13.00 fer gentubólkurin Kalas at spæla í Reinsaríinum. Kalas spælir fólkatónleik úr ymiskum londum og tónleikararnir eru: Døgg (violin), Sigrið (kontrabass), Kristianna (akkordion) og Bjørt (cello).