Skip to main content Skip to footer

Kalender

02-05-2022 kl. 16:00

Konsert - Ensemble Prisme

  • 0.36 Hátún (Tórshavnar Musikkskúli - frálæruhøli)
Í samband við, at Ensemble Prisme koma á vitjan í Føroyum, koma tey í Tórshavnar Musikkskúla, at hava eina konsert í Hátúni. Ensemble Prisme ger sínar egnu tulkingar av bæði klassiskum, romantiskum og nýggjari tónleiki, sum spennir yvir fleiri tíðarskeið. Framført verður bæði sum duet, trio og kvartett, og greitt verður frá tónleikinum, við einum løttum tóna, meðan framførslan er.
 
Spæld verða brot úr:
Kuhlau trio fyri floytu, sello og klaver.
Brahms trio fyri klarinett, sello og klaver.
Anders Koppel kvartett fyri floytu, klarinett, sello og klaver.
Sunleif Rasmussen kvartett fyri floytu, klarinett, sello og klaver.
Harumframt er eisini okkurt óvæntað á skránni.

ensembleprisme.dk