Skip to main content Skip to footer

Hvussu er ein upptøkuroynd til Musikkskúla Miðnám?

Soleiðis er ein upptøkuroynd

Soleiðis verður tú upptikin á Musikkskúla Miðnámi

Um tú ynskir at ganga á Musikkskúla Miðnámi, skalt tú fyrst til eina upptøkuroynd.

Førleikar

Til upptøkuroyndina metir ein próvnevnd, um tú ígjøgnum tey trý árini á Musikkskúla Miðnámi kanst náa eitt støði, sum svarar til at klára upptøkuroyndina til konservatoriið. Upptøkuroyndin er krevjandi, so tú mást vera tekniskt og tónleikaliga væl fyri í høvuðsfakinum longu til upptøkuroyndina.

Tilmelding til upptøkuroynd

Tilmelding til upptøkuroynd fer fram við at melda til frálæruna umvegis heimasíðuna. Um tú ynskir upptøku á framleiðslulinjuni, skalt tú eisini senda eina ljóðfílu við tínum egna tónleiki.

Freistin at senda inn er áleið ein mánað áðrenn upptøkuroyndina 

Ljóðfílan skal innihalda minst tvey verk. Tónleikurin má í mesta lagi vera 15 minuttir í alt. Tú skalt eisini stutt lýsa, hvussu tú hevur gjørt tónleikin, og hví tú ynskir at verða upptikin á Musikkskúla Miðnám.

Øll, sum søkja inn verða biðin at koma til upptøkuroynd. 

Meting

Tá ið tú skalt til upptøkuroynd, er tað musikkskúlaleiðarin ella varðaleiðarin, sum leiðir royndina. Til upptøkuroyndina er eisini ein uttanhýsis fakligur próvdómari í próvnevndini. Próvnevndin metir, um tú ert egnað(ur) til at byrja á Musikkskúla Miðnámi. Metingin verður gjørd eftir 7-skalanum. Upptøkuroyndin endar við einum stuttum práti millum teg og próvnevndina. Í metingini leggur próvnevndin dent á, um tú kanst náa eitt støði uppá trý ár, sum svarar til upptøkuroyndina til eitt konservatorii.

Tað er týdningarmikið, at tú, út yvir førleikar, vísir talent og tónleikaligt úttrykk. Vit mæla tær tí til at velja løg innan tónleikaligar rammur og torleikastig, sum tú følir teg tryggan við.

Praktiskar upplýsingar

Har eru settir umleið 30 minuttir av til tína upptøkuroynd, íroknað meting og prát. Vit avgreiða royndirnar í einum so avslappaðum og hugnaligum umhvørvi sum gjørligt. Vit hava eitt ljóðanlegg, sum tú kanst nýta. Skúlin útvegar ikki umsøkjarum klaverfylgispælara ella samanspælsbólk til upptøkuroyndir av sínum eintingum, men skúlin kann hjálpa umsøkjarum at finna ein. Tín tónleikalærari og onnur áhugaði eru vælkomin at fylgja royndini, um tú ynskir tað – tó ikki til metingina.

Hvør kann søkja um upptøku til Musikkskúla Miðnám?

Musikkskúla miðnám, er ætlað ungum framkomnum tónleikarum millum 14 og 25 ár, ið hava áhuga og mál við sínum tónleiki ella sangi. Musikkskúla miðnám er ætlað sum fyrireiking til víðari tónleikaútbúgvingar.

Tað er møguligt at ganga í skúla, útbúgva teg ella arbeiða meðan tú ert á Musikkskúla miðnámi.

Lorem ipsum dolor sit amet