Skip to main content Skip to footer

Menn títt talent

og ger teg kláran til eina tónleikaliga yrkisleið

Melda teg til upptøkuroynd til Musikkskúla Miðnám. Umsóknarfreistin er 15. mars 2025

Musikkskúla Miðnám

Musikkskúla miðnám er ein 3-ára útbúgving, sum Tórshavnar Musikkskúli bjóðar út. Musikkskúla Miðnám er fyri teg, sum hevur áhuga í tónleiki og vilt menna tíni tónleikaligu evni, bæði í at framføra og skapa tónleik.

Útbúgvingin er bygd upp við bæði verkligum og ástøðiligum lærugreinum, og gevur tær neyðugu førleikarnar og vitanina til at fara víðari í tónleikaheiminum, antin til hægri tónleikaútbúgving ella sum tónleikari. 

Í útbúgvingini verður tú førleikamentur í at arbeiða við tínum høvuðsljóðføri, í samspæli við onnur og í skapandi tónlistaligum virksemi.

Eftir loknan lestur, ert tú búgvin at søkja inn á hægri tónleikaútbúgvingar og at luttaka aktivt í tónleikalívinum, bæði í Føroyum og uttanlands. 

Lorem ipsum dolor sit amet

Lorem ipsum dolor sit amet,
consectetur adipiscing elit.

Lorem ipsum dolor sit amet

Hvør kann søkja um upptøku til Musikkskúla Miðnám?

Musikkskúla miðnám, er ætlað ungum framkomnum tónleikarum millum 14 og 25 ár, ið hava áhuga og mál við sínum tónleiki ella sangi. Musikkskúla miðnám er ætlað sum fyrireiking til víðari tónleikaútbúgvingar.

Tað er møguligt at ganga í skúla, útbúgva teg ella arbeiða meðan tú ert á Musikkskúla miðnámi.

Lorem ipsum dolor sit amet,
consectetur adipiscing elit.

Lorem ipsum dolor sit amet

Soleiðis er frálæran skipað

Tá tú gongur á Musikkskúla Miðnámi, kanst tú vænta eitt úrval av verkligum og ástøðilgum lærugreinum.

Tú fært frálæru tvær ferðir um vikuna. Undirvísingin fylgir fólkaskúlans kalendara. 

Frálæran fer í allarstórstan mun fram í Tórshavnar Musikkskúla

Tú kanst sameina frálæruna við aðra skúlagongd ella lættari yrkisarbeiði.

Ger teg kláran til Musikkskúla Miðnám

Um tú umhugsar at søkja inn á Musikkskúla Miðnám, er tað ein gott hugskot at fyrireika teg í góðari tíð og melda teg til undanskeið

Undanskeiðið er ætlað tær, sum hevur áhuga í at byrja í Musikkskúla Miðnámi, men sum hevur tørv á eyka fyrireiking áðrenn upptøkuroyndina.

Um tú droymir um at gerast næmingur á Musikkskúla Miðnámi, og ynskir at styrkja tína fyrireiking til upptøkuroyndina, kanst tú søkja inn á okkara serliga undankeið.

Um tú longu ert næmingur í Tórshavnar Musikkskúla, fevnir undanskeiðið um víðkaða undirvísing í tínum høvuðsljóðføri, umframt undirvísing í tónleikaástøði og hoyrilæru í bólki.

Er tú næmingur í einum øðrum musikkskúla enn Tórshavnar Musikkskúla, so inniber undankeiðið bert frálæru í tónleikaástøði og hoyrilæru í bólki. Tín vanliga undirvísing í høvuðsljóðføri heldur fram í tínum lokala musikkskúla.