Skip to main content Skip to footer

Framleiðsludeild

Á framleiðsludeildini eru hesar høvuðslærugreinar: sangskriving, elektroniskur tónleikur og tónleikaframleiðsla. Framleiðslulinjan er ætlað teimum, ið hava áhuga í kompositión, sangskriving og framleiðslu.

Høvuðsgreinin á framleiðslulinjuni er sostatt ikki eitt ljóðføri, men heldur rútmisk sangskriving, kompositión ella elektroniskur tónleikur. Vit leggja dent á tekstskriving, kompositión, arrangement, upptøkur og framleiðslu, bæði elektroniskt og analogt.

Vit savna okkum um skapanarhug og vísa veg til fleiri møguleikar og menning í síni heild. Í frálæruni fara vit ígjøgnum títt egna tilfar og eina røð av øðrum spennandi uppgávum, sum viðvirka til at menna og styrkja tínar førleikar.

Um sangskriving er títt høvuðsfak, fert tú millum annað at menna tíni kompositorisku evni og fáa hættir og sparring til at betra um tína tekstskriving.

Er kompositión títt høvuðsfak, fert tú millum annað at menna tínar melodir, harmoniir, arrangement og styrkja tíni persónligu eyðkenni í tónleikinum.

Um elektroniskur tónleikur er títt høvuðsfak, lærir tú til dømis um viðkomandi forrit, tónleikatøkni og upptøkutøkni, bæði í studio og live.

Fyrireika teg til 
upptøkuroyndina til
klassiskt miðnám

Høvuðsfak

Til upptøkuroyndina skalt tú senda inn minst tvey tónleikaverk við ymiskum karakteri, ið vara í 10 – 15 minuttir í alt. Verkini skulu vísa listarligar og kreativar førleikar.

Niðanfyri stendur hvat skal sendast til musikkskulin@torshavn.fo – skriva "upptøka til Musikkskúla Miðnám" 

Freistin at senda inn er umleið ein mánað áðrenn upptøkuroyndina, sum er 15. mars. 

  • Ljóðfílar í vanligum fílsniði

  • Eina stutta lýsing av, hvussu tónleikurin er gjørdur. 

  • Skrivlig grundgeving fyri umsóknini.

Til royndina seta vit tíð av til eitt prát við fakligan próvdómara.

Kompositión / Sangskriving

Til royndina verða sett spurningar um verkini og møguliga tekstskriving. Fokus verður á t.d. úttrykk, lag, útseting, tónleikaframleiðslu, ljóðmynd o.s.fr.

Sjálv royndin er eitt prát millum umsøkjaran og fakligan sensor.

Ljóðtøkni

Tónleikurin verður mettur á bæði mix-tøkniskt arbeiði og kreativt arbeiði í framleiðslu av ljóði og sound.

Til upptøkuroyndina fær tann, ið søkir upptøku, umleið 10 minuttir til at mixa eitt tillutað nummer.

Eitt premix av nummarinum verður sent tann, ið søkir upptøku, eina viku áðrenn royndina.

AM/2-fagslinjan

Her eru somu reglur galdandi sum nevnt omanfyri. Tó skalt tú vera varugur við hetta:

  • Snýr tað seg um 2 instrumentalfak, skalt tú upp til eina roynd á 30 minuttir í longd. Har er avsett 10 minuttir í alt til roynd í báðum instrumentum.
  • Um tey 2 fakini eru á ymiskum linjum, skalt tú upp til 2 ymiskar royndir. Hesir royndir verða helst á 2 ymiskum dato.
  • Roynd verður í prima vista á báðum instrumentum.
  • Les meira undir "Hvussu verði eg upptikin".

Síðufak

Tú skalt avleggja roynd í elementer hørelæru – millum annað imitation av sungnum ella spældum frasum og rútmum og í eftersyngning av tónunum í forespillede akkorder.

Trýst á leinkið niðanfyri fyri at síggja frálærumøguleikarnar í Musikkskúla Miðnámi